Mosaikk
Mosaikk

Um tiltakið

Tíð
18:30 - 20:30
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Sambinding á Býarbókasavninum

Sambinding verður aftur á Býarbókasavninum 28. mai

Týskvøldið 28. mai skipar Reyði Krossur fyri Sambinding á Býarbókasavninum, har vit hugna okkum saman við útlendingum úr øllum heiminum.

Kvøldið byrjar klokkan 19 við málskeiði í føroyskum fyri tilflytarar, sum ikki duga stórvegis føroyskt. Skeiðið er sjálvandi ókeypis.
Drekkamuður og prát frá 19.30. Tað er loyvt at binda, tó ikki eitt krav :)

Absalon Áargarð kemur frá Føroya Politi at tosa um arbeiðið hjá løgregluni í Føroyum og tænastur til borgarar.

Endamálið við Sambinding er at fremja integratión og sambandið millum nýggjar og innføddar føroyingar.

Fylg eisini við á facebooksíðuni Sambinding Tórshavn.

Frámerki