Vika 40 - Altjóða vika fyri orðblindi
Ert tú orðblind/ur, ella hevur tú torført við at lesa? Bókasavnið hevur eisini okkurt til tín.
Eftir biblioteket

Vika 40 er altjóða vika fyri orðblindi, har ljós verður varpað á, hvussu tað er at vera orðblindur. Orðblindi verður eisini kallað dysleksi og er vanligasti læringstrupulleiki hjá børnum. Orðblindi ávirkar evnini at lesa, stava og at orða seg skrivliga.
Men hóast tú ert orðblind/ur, kanst tú væl fordjúpa teg í einari góðari bók.
Bókasavnið hevur bøkur til orðblind og onnur, ið hava torført við at lesa. Vit hava ein kassa við góðum lættlesiligum bókum á donskum til ung og vaksin. Nakrar av bókunum hava QR-kotu, og um tú skannar kotuna, kanst tú hoyra tekstin verða lisnan upp, meðan eyguni fylgja við í bókini.
Eisini hevur tú gjøgnum heimasíðu okkara atgongd til ljóðbøkur bæði á føroyskum og donskum. Tú kanst velja 'bara' at lurta eftir bókini, ella kom á bókasavnið og læn eisini pappírsbókina, so kanst tú lesa og lurta í senn.
Her er eitt úrval av nøkrum av tí, sum bókasavnið bjóðar. Og tú ert altíð vælkomin at venda tær til bókavørðin, um tú hevur spurningar ella okkurt gott hugskot.