Huldulitt á Býarbókasavninum

Huldulitt verður í døgunum 1. – 9. februar. Hesar dagarnar verður varpað ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nemliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll.

Eftir Vónbjørt Vang

Visit Tórshavn skipar fyri tiltakinum Huldulitt, sum verður í døgunum 1. – 9. februar. Hesar dagarnar verður varpað ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nemliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Og hetta verður m.a. gjørt við ljós- og ljóðinstallatiónum ymsastaðni í býnum – bæði uttandura og innandura.

Á Býarbókasavninum fara vit at hava ljós-installatión á 1. hædd út móti gongugøtuni alla vikuna. Og so fara vit at hava eitt familjutiltak sunnudagin 2. februar, har vit fara at klippa ymisk trøllaskap. 

Aftaná verkstovuna fara skabelónir, pappír og saksar at liggja frammi alla vikuna.