Eyðun Klakstein best umtóktur millum lesararnar
Eyðun Klakstein hevur vunnið Lesaravirðilsønina 2025 fyri bókina "Lygn".
Eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Eyðun Klakstein hevur vunnið Lesaravirðilsønina 2025 fyri bókina "Lygn".
Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøða millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena : seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen, og vinnarin gjørdist ”Lygn”.
Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000kr, handað Eyðuni á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin til handanina, har vit fara at fáa upplestur, tónleik og lítið ábit.
Hetta er aðru ferð, Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.