Leyst starv

Skrivstovufólk til Býarbókasavnið

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Vónbjørt Vang
15.12.18
Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð, at byrja umleið 18. mars 2019

Arbeiðsuppgávurnar fevna um ymiskt skrivstovuarbeiði. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Arbeitt verður í vaktum, morgun-, dag- og kvøldvaktum, eisini ávísar leygar- og sunnudagar.

FØRLEIKAR
Vit sóknast eftir fólki við útbúgving sum skrivstovufólk ella við viðkomandi royndum, ið eru at sammeta við hetta. Viðkomandi skal vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

Tú skalt duga at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum, og skalt kenna teg trygga/-n at nýta KT-skipanir og talgildar loysnir.

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2019. Merk umsóknina "Skrivstovufólk til Býarbókasavnið".

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði á vonbjortv@bbs.fo og til Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 140.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.

Tilfar
Bílegg
  • Bog

Hit med jobbet : skriv den ansøgning, der får dig til samtale

Rithøvundur: Steen Kræmer Rasmussen (2015)
Les meira
: Forbered dig til jobsamtalen
Bílegg
  • Bog

Forbered dig til jobsamtalen

(2005)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Original : personlig branding & synlighed

Rithøvundur: Maiken Ingvordsen (2015)
Les meira