Um tú hittir eina bjørn
Um tú hittir eina bjørn
um tú hittir eina bjørn
um tú hittir eina bjørn

Um tú hittir eina bjørn

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
01.11.22
Um tú hittir eina bjørn

Leygardagin 19. november 2022 kl. 14 lesur Mariann Hansen eina søgu um, hvat tú gert, møtir tú eini bjørn.

Tað nyttar einki at renna undan, tí bjørnin er skjótari enn tú. Lat vera við at skríggja, men tosa heldur við hana um veðrið ella sig henni eina skemtisøgu. Helst dugir tú eisini betur enn bjørnin at tekna.

Myndabókin er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.

Møtir tú eini bjørn (Om du möter en björn) er eitt einastandandi gott dømi um norðurlendskt myndabókasamstarv. Danski Martin Glaz Serup og finnlandssvenska Malin Kivelä hava skrivað tekstin, og finnlandssvenska Linda Bondestam hevur myndprýtt. Við hópin av fjálgum skemti kannar myndabókin spurningin um, hvat tú gert, møtir tú eini bjørn. Í søguni fylgja vit einum persóni á skógarferð, men veruligi høvuðspersónurin er bjørnin. Møtið millum menniskjað og bjørnina verður lýst á ein spælandi álvarsaman hátt, og søgan javnvigar alla tíðina millum fakta og undirhald. 

Norðurlendsk bókmentavika
Ársins evni er Náttúran í Norðurlondum – Vælkomin til Norðurlendska bókmentaviku 2022!

Norðurlendska bókmentavikan er upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. Sama gera aðrir stovnar úti um heim, ið hava áhuga fyri Norðurlondum.

Øll eru vælkomin!

Tilfar