Bókasavnið er opið gerandisdagar kl. 10-18
Bókasavnið er opið gerandisdagar kl. 10-18

Opið aftur á øllum hæddum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
17.08.20
Frá mánadegnum 17. august er aftur opið á øllum hæddum

Tó eru framvegis avmarkingar á 3. hædd, har matpakkarúmið og spælistovan framvegis eru stongd.

Teldurnar
Í teldurúminum eru nú tvær teldur, og teldan uttan fyri kopirúmið er eisini tøk. Av tí at so fáar teldur eru, heita vit á brúkararnar um at taka atlit til hvønnannan og gera skjótt av.

Frástøða og reinføri
Somu tilmæli eru galdandi enn, at vit skulu halda frástøðu og vaska/spritta hendur.
Spritt og sprittklútar standa frammi við teldurnar, á vesunum og aðrastaðni.