Lestrarhøli
Lestrarhøli

Lestrarhøli á Býarbókasavninum í summar

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
12.06.19
Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Hetta er sjeynda árið, at tænastan verður á Býarbókasavninum.

Støðugt fleiri lesa eisini á Fróðskaparsetri Føroya, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá teimum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhølini eru opin frá mánadegnum 24. juni til fríggjadagin 16. august 2019, og tey verða opin, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Upplatingartíðir
mánadag-hósdag: 9-20
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-17
sunnudag: 14-17
Býarbókasavnið og lestrarhølini eru stongd á ólavsøku.

Ókeypis tráðleyst internet er í lestrarhølunum.

Tilfar