John Fuglø
John Fuglø

John settur í skiftisstarv

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
05.05.21
John Fuglø, sum vanliga er í starvi á donskum bókasavni, kemur nú at arbeiða hjá okkum í eitt hálvt ár.

Tann 1. mai byrjaði John Fuglø í bókavarðastarvi á Býarbókasavninum. Hetta er eitt sokallað skiftisstarv, har hann og okkara egni barnabókavørður, Hanne Magnussen, skifta um arbeiðspláss í eitt hálvt ár. Hanne fer til Danmarkar at arbeiða á bókasavninum Kulturium í Ishøj. Har vænta vit, at hon fær góðar royndir og nýggjan íblástur til gott og viðkomandi bókasavnsvirksemi, sum eisini kann koma okkum til gagns. Vit ynskja Hanne eina góða ferð og eitt gott upplivilsi í Ishøj.

John er 48 ára gamal og pápi til trý vaksin børn. Tey síðstu 6 árini hevur hann arbeitt sum ungdómsbókavørður í Ishøj í Danmark. Honum dámar at vegleiða og tosa við ung um lesing og bøkur. Hann sigur, at hann lesur mest ungdómsbókmentir, bæði realistiskar ungdómsskaldsøgur og fantasy, sci-fi og horror. Haraftrat dámar honum væl borðspøl.

Sum eftirnavnið bendir á, so hevur John ættarbond til Føroya. Hann skilir alt og tosar eisini eitt sindur føroyskt. John gleðir seg at møta lesarum og vitjandi á Býarbókasavninum.

Vit fegnast um at hava fingið John í starvsfólkahópin, og vóna, at okkara vitjandi taka væl ímóti nýggja manninum á Býarbókasavninum.