bókauppsetari

FRÍTÍÐARARBEIÐI!

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
05.10.20
Kundi tú hugsað tær at arbeitt á Býarbókasavninum?

Býarbókasavnið leitar eftir tveimum ungum fólkum at arbeiða sum bókauppsetarar ávíkavist mánakvøld og týskvøld kl. 17.30-20.00. Harafturat verða eisini vikuskiftisvaktir við jøvnum millumbilum.
Størvini snúgva seg mest um at seta bøkur upp a pláss á bókasavninum og á bókagoymsluni, men eisini um upprudding og annað fyrifallandi arbeiði.
Umsøkjarar mugu vera fyltir 15 ár. Tey sum sett vera, hava størvini til tey eru um 20 ára aldur.
Send tína umsókn til Vígdis Bjarnadóttir, 1. bókavørð: vigdisb@bbs.fo.
Síðsta freist er mánadagin 19. oktober.