Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins 2020
Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins 2020

Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins 2020

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
13.11.20
Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin annaðhvørt ár. Mikudagin 18. november kl. 19 verður vinnarin í 2020 avdúkaður, og tað verður stroymt beinleiðis.

Henrik Old er formaður í Útnorðurráðnum, og hann leggur fram 3 filmar, har tey tilnevndu lesa upp og greiða frá um sína bók.
Bergur Rasmussen avdúkar vinnaran.

Tey tilnevndu eru:

Føroyar: Loftar tú mær? eftir Rakel Helmsdal

Grønland: Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat (Heimsins vakrasta jólatræ) eftir Juaaka Lyberth

Ísland: Langelstur að eilífu (Nógv tann elsti nakrantíð) eftir Bergrún Íris Sævarsdóttir

Vinnandi rithøvundurin fær 60.000 kr.
Í føroysku nevndini eru: Unn Paturson, Malan Hilmarsdóttir og Bergur Rasmussen.
Filmarnir kunnu síggjast her:
https://www.vestnordisk.is/nyheder/vestnordisk-raads-boerne-og-ungdomslitteraturpris-2020/

 

Tilfar