*Útselt* Kom og hekkla - atgongumerki krevst
Fá hugskot og íblástur til jólahekkling
Kom á bókasavnið og ven tínar hekkliførleikar. Vit fara at hekkla ymiskt jólaligt so sum hjørtur, einglar og kavaflykrur.
Tony í Lon og Eva Gunnarsdóttir Joensen leggja lag á.
At hava við:
- hekklinál stødd uml. 3
- hóskandi bummullargarn
- saks og nál til at hefta endar
Tað er ókeypis at luttaka.
Orsaka av stórum áhuga, hava vit avgjørt, at tað er neyðugt við atgongumerkum.
Kom á bókasavnið eftir einum ókeypis atgongumerki. Samanlagt er pláss fyri 30 luttakarum.
Frámerki