Lesaravirðislønin 2024 - búmerki
Lesaravirðislønin 2024 - búmerki

Um tiltakið

Tíð
17:00 - 18:00
Kostnaður
Ókeypis
Stað
Klaksvíkar bókasavn
Málbólkur

Saga JAM eftir Høgna Mohr vann Lesaravirðislønina

Mikudagin 6. mars kl. 17 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrina Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson, og vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Mikudagin 6. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit.

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á tær føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.