Málbólkur
BørnBókasavn
BýarbókasavniðMarrur, eiturkoppar og ein spennandi ferð
Ferðin til Kongurvág er nýggj barnabók um vinalag, ótta og dirvi. Tað er ein ferðmikil og ævintýrkend søga, sum Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg myndprýtt.
Urd kemur á bókasavnið at lesa upp úr bókini, og 12 ára gamli Askur Sannuson Souvy, sum er bókaummælari í barnablaðnum Strok, fer at práta við Urd um bókina.
Børnini kunnu tekna sínar egnu marrur og lita myndir úr bókini.
Um bókina:
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann gjøgnum eitt myrkt helli, líka til hann dettur út av eggini ...
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, ríkinum hjá eiturkoppunum. Saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og royna at gera enda á marruni eina ferð med alla. Tað er einasti mátin at sleppa av við hana.
Ferðin til Kongurvág er 100 síður og ætlað børnum í aldrinum umleið 7 til 12 ár. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókina út.
Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens barnamentanarvirðisløn 2026 fyri Ferðin til Kongurvág.
Øll eru vælkomin til tiltakið.