Bókasøla

Søla av brúktum bókum 28. jan. - 1. feb.

Stað
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7 100 Tórshavn
bókasøla

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit fyri bókasølu.

Kom á bókasavnið í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.

Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag.

Vælkomin!

 

Prísurin lækkar hvønn dag:

  • Mikudag: 20 kr/stk
  • Hósdag: 15 kr/stk
  • Fríggjadag: 10 kr/stk
  • Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
  • Sunnudag er alt ókeypis!