Sansa- og rørslustimbran

- Dagfesting
- Næsta tiltak: 11. september - 09:30 - 10:30
- Stað
- Býarbókasavnið
- Í samstarvi við
- Beinta Bak Simonsen
Komandi tiltøk
Sansa- og rørslustimbran
Sansa- og rørslustimbran
Sansa- og rørslustimbran
Sansa- og rørslustimbran
Í heyst ber til at koma á bókasavnið til sansa- og rørslustimbran við barnafysioterapeutinum Beintu Bak Simonsen. Tiltakið verður ein hósdag hvønn mánað, og er ætlað øllum foreldrum í barsilsfarloyvi.
Tak eitt vinfólk, mammubólk, partnara ella onkran heilt fjórða við tær til eina hugnaliga, óformella og tó ríka løtu saman við tínum barni.
Hvørja ferð verður eitt stutt upplegg um eitt evni innan pinkubarnamotorikk við vitan, góðum ráðum og triks, umframt ein løta við rørslustrimbran til heimabrúk.
Vit byrja kl. 9.30, men dyrnar lata upp kl. 9.
11. september - "Primersansirnir".
Hví eru hesir týdningarmiklir fyri trivnað at stimbra dagliga, og hvønn mun kann hetta hava á svøvnin?
9. oktober - "Bleyt børn".
Hvat merkir tað fyri motorikkin, at eitt barn er 'bleytt' (hypermobilt/lágspent), og hvussu kunnu vit stuðla barninum?
6. november - "Búklega".
Hví er hetta so týdningarmikið, og hvussu kunnu vit stuðla børnunum í at blíva sterk í búklegu?
4. desember - "Krossmynstur".
At nýta báðar kropshálvur (og heilahálvur) í senn - hvat er tað, og hvønn týdning hevur tað?