Tiltak fyri vaksin

Lesiringarnir byrja aftur

Stað
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7 100 Tórshavn
Kom við!

Dámar tær væl at lesa bøkur? Og vilt tú fegin práta við onnur um tína lesiuppliving? So kom og ver við í lesiringi. 

Mánakvøldið 6. oktober kl. 18.30 hittast lesiringarnir aftur fyrstu ferð eftir summarfrítíðina.     Onkrir av teimum verandi lesiringunum halda fram, men nýggir verða eisini stovnaðir.  

Í lesiringi ber til at lesa t.d. klassikarar, ævisøgur, enskar skaldsøgur ella okkurt heilt annað. Kanska finnur tú ein lesiring, ið hóskar júst til tín tørv. 

Øll eru vælkomin :)   

 

Her finnur tú nøkur uppskot at lesa: Uppskot til lesiringar