Hevur verið

Vit klippa trøll

Vit klippa trøll á Býarbókasavninum 2. februar kl. 14-16.30
Í sambandi við tiltakið Huldulitt, skipar Býarbókasavnið fyri eini klippiverkstovu sunnudagin 2. februar kl. 14-16.30.
Tað er Elisabeth á Mýrini, sum kemur at leggja lag á. Tiltakið er fyri øll óansæð aldur.

Date
Hevur verið
Bibliotek
Býarbókasavnið
Bústaður

Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Færøerne

Verkstovan er í sambandi við tiltakið Huldulitt, sum verður í døgunum 1. – 9. februar. Hesar dagarnar verður varpað ljós á okkara siðsøgu og mentanararv, nemliga søgurnar og sagnirnar um huldufólk, álvar og trøll. Og hetta verður m.a. gjørt við ljós- og ljóðinstallatiónum ymsastaðni í býnum – bæði uttandura og innandura.

Aftaná verkstovuna fara skabelónir, pappír og saksar at liggja frammi alla vikuna.