Lesiveitsla
- Tíð
- 18:30 - 20:00
- Stað
- Býarbókasavnið
fyri ung millum 13-19 ár
Málbólkur
UngBókasavn
BýarbókasavniðLesiveitsla - hvat er tað?
Sum nakað nýtt fara vit á bókasavninum at hava lesiveitslu. Lesiveitsla er sprottin úr hugtakinum Silent Reading Party, sum vit kenna tað í okkara grannalondum. Set teg væl til rættis við einari bók og les saman við øðrum, sum eisini sita og lesa. Tað verður ein steðgur, og vit bjóða drekkamunn. Hetta er lesiveitsla!
Vit eru von at lesa einsamøll, men at lesa saman við øðrum kann knýta fólk saman og mynda ein felagsskap gjøgnum bøkur. Vit vóna at síggja nógv ung í lesiveitslu.