Hevur verið

Lesiringar hittast

Lesiringarnir hittast
Lesiringarnir hittast
Lesiringar hittast fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði kl. 18.30.
Dagfesting
Hevur verið
Bókasavn
Býarbókasavnið

Dámar tær væl at lesa og manglar tær onkran at tosa við um lesiupplivingina, so er ein lesiringur kanska nakað fyri teg.

Fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði kl. 18.30 hittast lesiringar á Býarbókasavninum.

Nýggir limir kunnu melda seg inn í ein av teimum verandi lesiringunum, um pláss er.

Lesiringarnir velja eina bók hvønn mánað, sum øll lesa. Síðani hittast luttakararnir á Býarbókasavninum kl. 18.30-20.00 fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði og práta um bókina.

Lesiringarnir hittast hesi kvøld í vetur:

2. september er fyrsti stovnandi fundur
7. oktober 2024
4. november 2024
2. desember 2024
6. januar 2025
3. februar 2025
3. mars 2025
7. apríl 2025

Luttøkan í lesiringum er ókeypis, og øll eru vælkomin.