
- Date
- Hevur verið
- Bibliotek
- Býarbókasavnið
- Bústaður
-
Niels Finsens gøtu 7
100 Tórshavn
Færøerne
Teknikapping - Litblýantar, krit og pappír verður lagt fram og vit eggja børnunum til at tekna okkurt úr filminum, tá tey hava sæð hann. Vit seta ein kassa fram, sum børnini kunnu leggja tekningarnar í – og trekkja so lut millum allar tekningarnar aftaná. Trý gávukort til Havnar Bio verða latin vinnarunum, sum verða kunngjørdir týsdagin 21. Januar.
“Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar. Vit hitta eitt nú ein mann, sum við hjálp frá fuglum roynir at læra seg at flúgva; og eitt áarross, sum smæðist um sína stóru rumpu; og ein pingvin, sum altíð er kaldur; og Matthew, sum stúrir fyri, at pápin ikki heintar hann í barnagarði, um grøni bilurin hjá teimum gongur fyri. Eisini dreingin Gaston, sum gongur og melur við einum fugli á høvdinum; og fimm løgnar vinir, sum fáa vitjan av einum óvanliga spennandi manni; og ein fugl, sum av óvart etur eina stjørnu; og at enda verður ein vøkur endurtulking av Tummilinu eftir H.C. Andersen.
Filmurin spælir í ring.
Um filmin
Upprunaheiti: La Cabane aux oiseaux
Longd: 75 min
Framleiðsluár: 2018
Land: Frakland
Leikstjóri: Célia Rivière
Týðing: Dania O. Tausen
Røddir: Dania O. Tausen við familju
Barnafilmsfestivalurin BFF