Bókasøla
Søla av brúktum bókum 28. jan. - 1. feb.
- Stað
- Býarbókasavnið Niels Finsens gøta 7 100 Tórshavn
bókasøla
Bókasavn
BýarbókasavniðManglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit fyri bókasølu.
Kom á bókasavnið í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.
Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag.
Vælkomin!
Prísurin lækkar hvønn dag:
- Mikudag: 20 kr/stk
- Hósdag: 15 kr/stk
- Fríggjadag: 10 kr/stk
- Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
- Sunnudag er alt ókeypis!