"Svørt orkidé" vinnur Norðurlendsku bókmentavirðislønina

Eftir bókasavnið

Hjartaliga tillukku, góða Vónbjørt 

Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at okkara egni býarbókavørður Vónbjørt Vang fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri yrkingasavnið "Svørt orkidé". Hetta er triðju ferð í søguni, at ein føroyingur vinnur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. William Heinesen fekk virðislønina í 1965, og Rói Patursson í 1986. 

"Svørt orkidé" er triðja yrkingasavn, sum Vónbjørt gevur út. Vit starvsfólk á Býarbókasavninum ynskja Vónbjørt hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum 

Samstundis varð kunngjørt, at Sakaris Stórá fær filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri filmin "Seinasta paradís á jørð". Vit ynskja eisini Sakarisi hjartaliga tillukku við heiðrinum