Søkt verður eftir bókavørði

Eftir Vónbjørt Vang

Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í Havnini.
Starvið sum bókavørður fevnir um allar vanligar bókavarðauppgávur, m.a. at luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum, at miðla tilfar og tænastur, at skipa fyri tiltøkum og at taka sær bókarøkt/savnsrøkt, herundir at luttaka í bókavali, burturbeining v.m. 
Tú verður partur av einum toymi, ið fæst við átøk og menning av nýggjum hugskotum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins, sum skal vekja áhuga fyri bókmentum, upplýsing og mentan. Eisini skalt tú hava um hendi dagføring og viðlíkahald av heimasíðu og framleiðslu av miðlatilfari. 
Tískil er umráðandi er, at tú ert kreativ/-ur og fleksibul og at tú hevur serligt hegni innan miðlan og kann taka sjálvstøðugar avgerðir.
Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.

Førleikakrøv o.a.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, t.e. cand.scient.bibl., cand.mag. ella vera útbúgvin bókavørður. Royndir í at skapa dygdargott miðlatilfar er ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis og evna at laga seg til skiftandi umstøður.

Setanarviðurskifti
Starvið er 30 tímar um vikuna og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Vilt tú vita meira
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vónbjørt Vang, býarbókavørð vonbjortv@bbs.fo, ella við at ringja á telefon 25 72 42.

Umsóknin
Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. februar klokkan 12.

Býarbókasavnið
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum í Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Høvuðsendamálið hjá bókasavninum er at veita fjølbroytta, tíðarbæra og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi til øll óansæð aldur. Umleið 100.000 vitjandi koma inn um dyrnar á Býarbókasavninum um árið. Starvsfólkini eru í løtuni 14 í tali. Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni www.bbs.fo.