Tiltak fyri foreldur í barnsburðarfarloyvi
Rørsla og sansastimbran
- Tíð
- 09:30 - 10:30
- Stað
- Býarbókasavnið
- við barnafysioterapeuti
Bókasavn
BýarbókasavniðTiltak fyri smábørn, pinkubørn og foreldur í barsil.
Tak eitt vinfólk, mammubólk ella onkran heilt triðja við tær til eina hugnaliga, óformella og ríka løtu saman við tínum barni.
Beinta Bak Simonsen hevur fyrst eitt upplegg, og síðani verður ein løta við rørslustimbran við ráðum og triks til heimabrúk.
Vit byrja kl. 9.30, men dyrnar lata upp kl. 9.