Tiltak fyri børn

Blómuveiða

Tíð
Allan dagin
Stað
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7
Umhvørvisvikan 2026

Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommuni 2.-9. mai kanst tú koma á blómuveiðu á barnabókasavninum frá 4. mai og vikuna út.

Finn allar blómurnar á skjalinum og lat skjalið inn. So ert tú við í lutakasti um ein Fjällräven útferðarryggsekk, ið er pakkaður og klárur at taka við út í føroysku náttúruna. 

Øll eru vælkomin.