Sansa- og rørslustimbran

- Dagfesting
- Tíð
- 09:30 - 10:30
- Sted
- Býarbókasavnið
- I samarbejde med
- Beinta Bak Simonsen
Í heyst ber til at koma á bókasavnið til sansa- og rørslustimbran við barnafysioterapeutinum Beintu Bak Simonsen. Tiltakið verður ein hósdag hvønn mánað, og er ætlað øllum foreldrum í barsil.
Tak eitt vinfólk, mammubólk, partnara ella onkran heilt triðja undir armin til eina hugnaliga, óformella tó ríka løtu saman við tínum barni.
Hvørja ferð verður eitt stutt upplegg um eitt evni innnan pinkubarnamotorikk við vitan, góðum ráðum og triks, umframt ein løta við rørslustrimbran til heimabrúk.
Vit byrja kl. 9.30, men dyrnar lata upp kl. 9.
11. September - "Primærsansirnir".
Hví eru hesir týdningarmiklir fyri trivna at stimbra dagliga, og hvønn mun kann hettar hava á svøvnin?
9. Oktober - "Bleyt børn".
Hvat merkir tað fyri motorikkin, at eitt barn er 'bleytt' (hypermobilt/láspent), og hvussu kunnu vit stuðla teimum?
6. November - "Búklega".
Hví er hettar so týdningarmikið, og hvussu kunnu vit stuðla børnunum í at blíva sterk í búklegu?
4. Desember - "Krossmynstur".
At nýta báðar kropshálvir (og heilahálvir) í senn - hvat er tað, og hvønn týdning hevur tað?