Lesiringarnir byrja aftur

Kom við!
Date
Tid
18:30 - 20:00

Dámar tær væl at lesa bøkur? Og vilt tú fegin práta við onnur um tína lesiuppliving? So kom og ver við í lesiringi. 

Mánakvøldið 6. okt. kl. 18.30 hittast lesiringarnir aftur fyrstu ferð eftir summarfrítíðina.     Onkrir av teimum verandi lesiringunum halda fram, men nýggir verða eisini stovnaðir.  

Í lesiringi ber til at lesa t.d. klassikarir, ævisøgur, enskar skaldsøgur ella okkurt heilt annað. Kanska finnur tú ein lesiring, ið passar júst til tín tørv. 

Øll eru vælkomin :)