Teknirøðir ERU lesing!
Eftir Bókasavnið


Børn fáa framvegis ofta at vita frá vaksnum, at tað ikki er ordilig lesing at lesa teknirøðir, og at tað er nógv betri at lesa ordiligar bøkur. Tað er gott at lesa ordiligar bøkur, men tað er eisini gott at lesa teknirøðir. Børnum dáma ofta væl teknirøðir.
Her eru fimm góðar orsøkir til at lesa teknirøðir:
At lesa teknirøðir kveikir hugin hjá barninum at lesa.
- Teknirøðir eru ofta stuttligar og spennandi, og tá børn sjálvi sleppa velja, hvat tey lesa, fáa tey eisini størri áhuga fyri at lesa.
Teknirøðir styrkja lesiførleikarnar.
- Tá børn lesa teknirøðir, verða eygu, hugflog og kenslur sett í spæl. Barnið lærir at skilja bæði tekst og myndir, og tað er nakað, sum hevur stóran týdning í talgilda og visuella heiminum.
At lesa teknirøðir gevur frið og hugdýping.
- Tá barnið lesur bæði orð og myndir, koma natúrligir steðgir í lesingini. Steðgirnir minka um ferðina og geva barninum frið at fordjúpa seg í søguni.
At lesa teknirøðir gevur barninum nýggja vitan um heimin.
- Teknirøðir kunnu snúgva seg um alt millum himmal og jørð - og kunnu eisini vera um torfør evni. Myndirnar kunnu hjálpa barninum at skilja tekst, sum annars kann tykjast torskildur.
At lesa teknirøðir skapar eina lesimentan - eisini heima.
- Tá tú sum foreldur vísir áhuga fyri tí, sum barnið lesur, gerst tað lættari at tosa saman um tað. Samrøður um lesing heima styrkja lesivanarnar hjá barninum.
Vit hava fleiri teknirøðir, tú kanst læna. Her sært tú eitt úrval.