Hvat var tað, Pippi segði?
Øll halda seg vita, at Pippi segði:
- Tað havi eg ongantíð roynt, so tað klári eg heilt vist.
Men brotið er bara ikki at finna nakrastaðni í bókunum um Pippi.
Eftir Hanne Magnussen
Googlar tú Pippi, so kemur júst hetta sitatið aftur og aftur í greinum, á plakatum, í samrøðum. Til dømis tá føroyska hondbóltslandsliðið fyrstu ferð skuldi spæla í EM, og landsliðsvenjarin Claus Mogensen segði: Der er lidt Pippi Langstrømpe over det. Vi får en opgave, tager til EM, spiller mod Schweiz i en åbningskamp foran 5.000 mennesker; "Det har jeg ikke prøvet før, så det kan jeg nok godt".
'Det har vi aldrig prøvet før, så det kan vi nok godt finde ud af', tænker færingerne | EM i håndbold | DR
Eingin veit, hví øll siga tað, ella hvar tað byrjaði. Pippi er best kend og elskað í øllum Norðurlondunum og í Niðurlondum, og gitt verður, at tað stavar úr einari rættiliga fríari umseting í júst Niðurlondum, tá tala var løgd inn yvir sjónvarpsrøðina um Pippi. Men tað er altso ikki prógvað.
Í bókunum um Pippi er tað nærmasta, man kann leita fram, eitt brot í bókini “Pippi fer umborð” í kapitlinum “Pippi fer at keypa”.
Tað ljóðar soleiðis:
- Íðan, so leggja vit í vaðið, segði Pippi. Fyrst og fremst hevði eg viljað keypt mær eitt klaver.
- Men, Pippi, tú dugir ikki at spæla upp á klaver, ha?
- Hvussu kann eg vita tað? Eg havi ongantíð roynt, segði Pippi. Eg havi ongantíð havt klaver at royna meg við. Og tað skal eg siga tær, Tummas – at spæla klaver við ongum klaveri, tað krevur øgiliga nógva venjing, áðrenn ein dugir.

Men hóast Pippi ikki hevur sagt júst tey orðini, sum hon ofta verður siterað fyri, so er eingin ivi um, at sitatið er rættiliga gott, og Pippi kundi eins væl havt sagt tað, so vit halda eisini bara fram at siga tað.
Ger sum Pippi!