Til vaksin

Søla av brúktum bókum

Kom og ger kvettið

Eftir Barbara Ólavsdóttir

Tags

bókasøla

03.-08. September er aftur bókasøla! :-) 

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit enn eina ferð fyri bókasølu.

Kom inn á gólvið á bókasavninum í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.

Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag.

 

Mikudag: 20 kr/stk
Hósdag: 15 kr/stk
Fríggjadag: 10 kr/stk
Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
Sunnudag og mánadag er alt ókeypis!

 

Øll eru vælkomin! :-)