Summarbókin 2025

Ein lesiavbjóðing

Eftir Barbara Ólavsdóttir

Til tín millum 6-15 ár

Dámar tær væl at lesa- og at taka av avbjóðingum? So kom og ver við! 

Fá eitt skjal á bókasavninum at fylla út. So skalt tú lesa 3 bøkur, klára 10 avbjóðingar, og skriva ummæli av bókunum. 

Tað ber væl til at gera fleiri avbjóðingar í senn. T.d. (1) at lesa eina myndabók (2) saman við einum, sum tær dámar, (3) meðan tit hava føturnar í vatni. So hevur tú longu klárað 3 avbjóðingar. 

Lat skjalið inn áðrenn 13. august. So fært tú ein ís, og ert við í lutakasti um spennandi vinningar. 

Spyr bókavørðin, um tú vilt hava íblástur til bøkur, sum hóska til avbjóðingarnar.