Sólblómubandið
Eftir Barbara Ólavsdóttir
Fyri at skapa betur rúmd fyri fólki við ósjónligum avbjóðingum í almenna rúminum, er Býarbókasavnið við í sólblómuskipanini.
Fólk kunnu stríðast við ymiskar avbjóðingar, men tað sæst ikki á teimum. T.d. angist, autismu, ADHD, heilaskaða, alzheimers, PTSD og mangt annað. At stríðast við ósjónligar avbjóðingar, kann gera tað torført, at ferðast millum ókend støð og fremmand fólk. Yvirhøvur at fara út um gátt, kann sýnast torført.
Sólblómubandið kann lætta um lív teirra. Við sólblómubandinum um hálsin er tað sjónligt fyri øðrum, at tey skulu bera seg varliga at t.d. við tolni, umsorgan ella kanska við at hjálpa. Hetta lættir um gerandisdag teirra.
Sólblómubandið fæst hjá okkum. Tað krevst ongin frágreiðing, og bandið verður givið uttan spurningar.