Sólblómu-bandið

Eftir Barbara Ólavsdóttir

Sólblómuskipanin skapar rúmd í almenna rúminum fyri fólki við ósjónligum avbjóðingum, og tað vil Býarbókasavnið fegin styðja uppundir. Tí er Býarbókasavnið við í sólblómuskipanini, og sólblómubandið fæst hjá okkum. Tað krevst ongin frágreiðing, og bandið verður givið uttan spurningar. 

Fólk kunnu stríðast við allar møguligar avbjóðingar, men tað sæst ikki á teimum. T.d. kann tað vera angist, autisma, ADHD, heilaskaðið, alzheimers, PTSD og mangt annað. Hjá teimum kann tað vera torført, at ferðast millum ókend støð og fremmand fólk. Tað kann skjótt gerast ein forðing fyri yvirhøvur, at fara út um gátt.   

Sólblómubandið kann lætta um lív teirra. Við sólblómubandinum um hálsin er sjónligt fyri øðrum, at tey skulu bera seg varliga at t.d. við tolni, umsorgan ella kanska hjálpa. “Soleiðis ansa vit eftir hvørjum øðrum”