Býarbókasavnið við í sólblómuskipanini
Tú kanst fáa sólblómubandið á Býarbókasavninum. Hevur tú eitt sólblómuband um hálsin, síggja onnur, at serligt atlit skal takast til tín. Hetta er stór hjálp fyri tann, ið ber sólblómubandið og fyri øll onnur eisini.
Eftir Barbara Ólavsdóttir
Býarbókasavnið er við í sólblómuskipanini, og til ber at fáa eitt sólblómuband í avgreiðsluni hjá okkum. Ongin frágreiðing krevst, og bandið verður givið uttan spurningar. Við sólblómuskipanini verður skapað betur rúmd fyri fólki við ósjónligum avbjóðingum.
Fólk kunnu stríðast við allar møguligar avbjóðingar, ið ikki síggjast aftur á teimum. Tað kann vera alzheimers, heilaskaði, angist, autisma, ADHD, vánalig hoyrn ella sjón, PTSD og mangt annað. Hjá hesum fólkum kann tað vera torført at ferðast á ókendum støðum og vera millum fremmand fólk. Tað kann skjótt gerast ein forðing fyri yvirhøvur at fara út um gátt.
Tá ein persónur hevur sólblómubandið um hálsin, tá síggja onnur, at tey mugu hava eyka tol, umsorgan ella royna at hjálpa. Soleiðis kunnu vit ansa eftir hvørjum øðrum. Hetta kann lætta um lívið hjá persónum við ósjónligum avbjóðingum og hjá øðrum eisini.
