Atgongumerkir til føðingardag hjá Emil
Atgongumerkir til føðingardag hjá Emil

Tveir føðingardagar fyri Emil í Lønnibergi

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
10.11.23
Vegna ovurstóran áhuga halda vit tvær føðingardagsveitslur fyri Emil. Kom á bókasavnið eftir atgongumerkjum.

Tú ert hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Emil í Lønnibergi leygardagin 18. november. Føðingardagurin verður hildin á barnabókasavninum.

Eftirsum at áhugin fyri at koma í føðingardag er ovurstórur, hava vit avgjørt at halda tveir føðingardagar: ein kl. 14 og ein kl. 15.

Tað er avmarkað pláss, og tí heita vit á fólk um at koma á bókasavnið eftir atgongumerkjum til antin kl. 14 ella 15. Atgongumerkini eru tøk frá mánadegnum 13. november.

Tú kanst gleða teg at hoyra Hjálmar Dam lesa søgu um Emil, og tú fært sjálvandi køkur og kakao.

Kári Sverrisson kemur eisini at syngja og spæla nøkur løg.

Børn kunnu hava mammur, pápar, ommur, abbar ella onnur vaksin við.

Tiltakið er ókeypis.