
eReolen
Atgongd:
Á eReolen kanst tú læna e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum frá Býarbókasavninum.
Læn e-bøkur og lurta eftir ljóðbókum á eReolen.dk.
Hvør lánari kann læna 5 e-bøkur og 4 netljóðbøkur í senn. Tá ið 30 daga lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri e-bøkur og/ella ljóðbøkur.
E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android.
Tú skalt vera skrásett/ur sum lánari á Býarbókasavninum.