Føroyski bókmentafestivalurin
- Tíð
- 15:30 - 18:00
- Stað
- Býarbókasavnið
Bókasavn
BýarbókasavniðFríggjadagin 27. februar heldur bókmentafestivalurin fram á Býarbókasavninum.
Skrá
- 15.30 Membrane - Yrkingaupplestur við Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen
16.00–16.45 Hvussu framleiða vit djór?
Mathilde Walter Clark (Danmark) - Samrøða við Ivan Hentze NiclasenKaffi og køkur
- 17.00–17.45 Rekamaðurin - Damion Searls (USA) tosar við Annu Fohlin Mattsson (Svøríki)
Um luttakararnar
Guðrið Poulsen (Føroyar)
Guðrið Poulsen er føroyskur yrkjari og listafólk, ið arbeiðir við tekstum og leirverkum.
Rannvá Holm Mortensen (Føroyar)
Rannvá Holm Mortensen er føroyskur yrkjari og listakvinna.
Mathilde Walter Clark (Danmark)
Mathilde Walter Clark er danskur bestseljandi rithøvundur, kend fyri sínar skaldsøgur og eisini fyri sakprosaverk um náttúru og samfelag, t.d. um minkgøluna í Danmark. Hon fekk Weekendavisens Litteraturpris 2023 fyri Det blinde øje.
Ivan Hentze Niclasen (Føroyar)
Ivan Hentze Niclasen er føroyskur søgufrøðingur og mentanarjournalistur hjá Kringvarpi Føroya.
Damion Searls (USA)
Damion Searls er amerikanskur týðari og rithøvundur, sum er kendur fyri sínar týðingar av verkum eftir norðurlendskar rithøvundar, m.a. Jon Fosse.
Anna Fohlin Mattsson (Svøríki)
Anna Fohlin Mattsson er svenskur rithøvundur og yrkjari, ið hevur givið út bæði yrkingar og skaldsøgur og eisini arbeiðir sum týðari av m.ø. føroyskum bókmentum.