Føroyski bókmentafestivalurin
- Tíð
- 16:00 - 18:00
- Stað
- Býarbókasavnið
Bókasavn
BýarbókasavniðKom við til setanina av Føroyska bókmentafestivalinum 2026 mikudagin 25. februar kl. 16-18.
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
Býarbókasavnið er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.
Skrá:
Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, setur festivalin
Kim Simonsen, festivalleiðari, framløga av tema fyri festivalin
Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum.
- 16.20 Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025
Samrøða við Maritu Thomsen, týðara - 16.30 Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics.
Um geopoetikk 16.45 Jon Ståle Ritland (Noreg)
Upplestur og samrøða við Kim SimonsenKaffi
17.15 Yrkingaupplestur:
Kristín Eiríksdóttir (Ísland)
Anna Fohlin Mattsson (Svøríki)
Maja Lucas (Danmark)- 17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press
Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin sæst á
https://www.faroeislandsfestival.net/
In english:
Join us for the opening of the Faroese Literature Festival 2026
Wednesday, 25 February 2025 · 16:00–18:00
Býarbókasavnið, Tórshavn public library
- Programme:
Welcome by Vónbjørt Vang, City Librarian
Official opening by Sirið Stenberg, Minister of Culture
A few words from Kim Simonsen, festival organiser - Afterwards: conversations and film screenings featuring participating authors.
- The festival aims to highlight Faroese literature and culture, strengthen Nordic collaboration, and inspire new ways of thinking about our shared future.
- Full programme:
https://www.faroeislandsfestival.net/