Tiltak fyri børn

Útgávutiltak: "Bjarta bustar tenn"

Tíð
14:00 - 15:00
Stað
Býarbókasavnið
Nýggj myndabók til smábørn

Leygardagin 7. februar kl. 14 verður bókaframløga á Barnabókasavninum. 

“Bjarta bustar tenn” er nýggj myndabók til smábørn 0-2 ár, sum Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. 

Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta! Men tað tímir Bjarta yvirhøvur ikki ...

Kom og hoyr um fittu Bjartu, sum brølar sum ein stór bjørn, tá hon skal busta tenn.

Silja Aldudóttir fer at lesa úr bókini, og børnini sleppa at tekna Bjartu saman við Lenu Nicolajsen. Barnakór frá Musikkskúlanum kemur at syngja nakrar sangir.

Bókadeild Føroya lærarafelags gevur bókina út.