• Bog

Nógv tann elsti í flokkinum

Rithøvundur: Bergrún Íris Sævarsdóttir (2022)
Tað kann vera eitt sindur merkiligt at byrja í nýggjum skúla, tá tú ongan kennir. Tað er eisini løgið, tá ein 96 ára gamal maður setir seg undir liðina á tær, og eingin annar hugsar um tað! Skjótt verða floksfelagarnir Eyð og Ragnar bestu vinir, hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Tá Eyð uppdagar loyndarmálið hjá Ragnari, gera tey bæði eina avtalu, men fer Eyð at klára at halda hana?

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...