Hevur tú kelidjór?
Álvur Ákason fær sín vilja!
Á barnavalinum, sum var í desember, vann Álvur Ákason valið á Býarbókasavninum við 47 atkvøðum. Hann lovaði, at øll børn skulu hava eitt kelidjór.
Mamma Mu vann tó samlaðu uppteljingina um alt landið. Hon lovaði svimjihøll í hvørja bygd. Eftirsum Álvur vann hjá okkum, hava vit gjørt tvær framsýningar um kelidjór. Eina á niðastu hædd og eina á barnabókasavninum.
Vilt tú vita meira um títt kelidjór, so eru bøkurnar á bókasavninum ein góð kelda til vitan og íblástur. Tað hevur stóran týdning fyri bæði teg og djórið, at tú ansar og røkir tað væl og rætt. Tí er gott at leita sær vitan, óansæð um tú longu hevur eitt kelidjór, ella um tú umhugsar at fáa tær eitt.
Bókasavnið hevur sett tvær stórar framsýningar upp við bókum um alskyns kelidjór.
Øll eru vælkomin at læna bøkur frá bókasavninum.
Til ber at síggja allar bøkurnar um kelidjór á bókasavninum her á heimasíðuni - skriva 'kelidjór' í leititeigin ovast. Leitar tú eftir vitan um eitt ávíst kelidjór t.d. kettur, so skrivar tú 'kettur' í leititeigin.