Á veiðuferð í kálgarðinum, umhvørvisvikan 2022
Á veiðuferð í kálgarðinum, umhvørvisvikan 2022

Umhvørvisvikan 2022 á bókasavninum

Kort nyt
27.04.22
Bókasavnið varpar eisini ljós á umhvørvið og at liva umhvørvisvinaligt.

Árliga umhvørvisvikan í Tórhavnar kommunu er í ár frá 30. apríl til 7. mai. Umhvørvisevnið í ár er fyribyrging av matoyðsli, sum kemur undir heimsmál nummar 12 hjá ST, ið snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati. Nógv áhugaverd tiltøk verða á skránni í kommununi.

Veiðuferð í kálgarðinum

Á barnabókasavninum verður ein kapping, har børnini sleppa á eina veiðuferð. Frá mánadegnum 2. mai til leygardagin 7. mai ber til fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. Á barnabókasavninum er ymiskt, sum vanliga er í kálgarðum, krógvað millum hillar og bøkur. Børnini fáa eitt ark við myndum av ymiskum grønmeti og øðrum, sum tey skulu leita eftir. Ein lítil virðisløn verður latin øllum, sum luttaka.

Bókaframsýning

Til vaksin hevur bókasavnið gjørt eina bókaframsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Tað finnast nógvar bøkur um evnið, lýst úr nógvum ymiskum sjónarhornum. Kom og fá vitan og íblástur.

Samlaða skráin fyri Umhvørvisvikuna.