Skiftandi bókaframsýningar

Kort nyt
12.05.21
Árið runt hevur bókasavnið skiftandi bókaframsýningar, sum lánarar eru vælkomnir at læna úr.

Framsýningarnar eru oftast við bókum um evnir, sum hóska til árstíðina, ella um annað, sum er uppi í tíðini. Vanliga eru framsýningarnar á niðastu hædd og á aðru hædd, har bøkur til vaksin eru. Lánarar eru sera vælkomnir at læna bøkur úr framsýningunum. Vit leggja nýggjar bøkur í framsýningina so hvørt.

Í løtuni eru tríggjar framsýningar: 
Úti við vindeygað á niðastu hædd er ein framsýning sum kallast: Stutt og greitt um mangt og hvat. Hetta er eitt danskt bókarað um sera fjølbroytt evnir, har granskarar hava gjørt sær ómak at skriva stutt um sítt serliga granskingarøki. Dentur er lagdur á at skrivingarlagið skal vera lætt og atkomuligt fyri vanligar lesarar. Bókaraðið kallast Tænkepauser, og tú kanst læna bøkurnar í pappírsformi á bókasavninum ella í talgildum hami her á heimasíðuni undir yvirskriftini E-bókasavnið. E-bøkur kunnu lænast, tá tú hevur skrásett teg í e-reolen.

Í trappurúminum er ein framsýning, sum kallast: Urtagarðsbøkur. Bókasavnið eigur ein hóp av urtagarðsbókum, og vit hava sett eitt úrval fram. Árstíðin er komin, tá vit vakna úr vetrardvala og fara at leita okkum út í urtagarðin og náttúruna. Kom ein túr á bókasavnið og fá tær íblástur. Á heimasíðuni undir yvirskriftini E-bókasavnið ber eisini til at leita fram talgilt tilfar um urtagarðar, náttúru ella annað.

Á aðru hædd eru bøkur settar fram undir yvirskriftini: Útlendskar skaldsøgur á føroyskum. Her er eisini eitt sera stórt úrval at finna, bæði í framsýningini og á hillunum sum heild.

Jú, bókasavnið hevur okkurt um so at siga alt.