Finn summarlesnað á bókasavninum

Summarlesnaður - íblástur

Kort nyt
14.07.21
Kom á bókasavnið og fá íblástur til góðan summarlesnað

Góðar bøkur eru altíð góðar - uttan mun til um tað er regn ella sól.

Á niðastu hædd hava vit gjørt eina framsýning við fleiri uppskotum um góðar bøkur. Aðrastaðni á bókasavninum eru eisini aðrar smærri framsýningar, har tú uttan iva finnur eina bók, sum hóskar júst til tín áhuga.

Sendingin Nón hjá KvF var á vitjan 13. juli og gjørdi samrøðu við Vónbjørt Vang, býarbókavørð, um lesing og bókaframsýningina. Tríggjar bøkur vóru serliga umrøddar:

  • Normale mennesker (dk) / Normal people (en) - Sally Rooney
  • Migrations (en) / Til verdens ende (dk) - Charlotte McConaghy
  • Móðurmjólk (fo) - Nora Ikstena

Trýst á hetta leinkið fyri at hoyra samrøðuna
Flyt tíðarteljaran fram til 37:30 fyri at finna samrøðuna.

Bókasavnið er opið alt summarið, og tú ert vælkomin á gátt.

Materials