Vika sex á bókasavninum, framsýning
Vika sex á bókasavninum, framsýning

VIKA SEX á bókasavninum

Kort nyt
11.02.22
Bókaframsýning um seksualitet við meira

Í sambandi við árliga upplýsandi átakið VIKA SEX hava vit gjørt eina bókaframsýning um kropp, menning, kærleika, nærleika, samleika, virðing, seksualitet og líknandi.

Seinastu árini hava Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! staðið saman um at fyriskipa VIKA SEX.

Á hillunum á bókasavninum kanst tú finna fleiri bøkur um evnið, bæði á barnabókasavninum og hjá vaksnum undir talinum: 61.266. Til ber eisini at leita í leititeiginum her á síðuni.