Mentanarnáttin 2024 á Býarbókasavninum
Mentanarnáttin 2024 á Býarbókasavninum

Mentanarnáttin á Býarbókasavninum

Kort nyt
Framsýning, yrkingaupplestur og tónleikur á Býarbókasavninum mentanarnáttina

Mentanarnáttina 7. juni hevur Býarbókasavnið opið til kl. 20.
Vit lata sum vanligt upp kl. 9, og allan dagin ber til at síggja framsýningarnar við bókum um føroyska list og um føroyskar bókmentir á útlendskum máli, sum júst eru settar upp.
Kl. 18.30 fara tríggir ungir yrkjarar at lesa upp yrkingar. Tær tríggjar eru Nansý Sunadóttir, Rannvá Glerfoss og Guðrið Patursson. Eisini verður tónleikur við Guðrun og Bartal at hoyra.
Øll eru vælkomin.
Býarbókasavnið ynskir øllum eina góða mentanarnátt.