Orðingar 1980-1989
1989
Axel Tórgarð
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1989 verður latin Axel Tórgarð.
Axel fær virðisløn fyri at føroyska forngriksku sjónleikirnar hjá Sofokles og Euripides: Antigone og Medeia.
Axel Tórgarð hevur við týðingunum sýnt djúpt innlit í hellenska mentan og hevur við meistaraligum málsligum hegni evnað at flyta hesar fornu klassisku leikir til rámandi føroyskt, ið verður borið uppi av føstum stevi sum í frumtekstinum.
Carl Jóhan Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1989 verður latin Carl Jóhan Jensen.
Í yrkingum sínum sóknast Carl Jóhan Jensen eftir øðrum frábrigdum í málinum enn teimum vanligu, hann loysir upp og setur merking saman av nýggjum. Skaldsligu myndirnar bera bæði dám av fornum skaldskapi og orðasmíði - tær vísa til málið sjálvt: tað skal orða heimin og skapa skil í honum.
1988
Rói Patursson
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1988 verður latin Róa Paturssyni.
Orðingin er ein týðing eftir Hjalmar Gullberg:
Einans tey røttu orðini,
orð við krúnu og fuglasangi
eiga skugga sum træið.
Svalandi skuggi at hvíla
eyguni í, meðan krúnan
syngur tey røttu orðini.
Sigurd Berghamar
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1988 verður latin Sigurdi Berghamar.
Sigurd fær virðisløn fyri bókina Bíbliuorðabókin (1985).
Bókin er hin fyrsta av sínum slagi á føroyskum og er úrslit av lívslongum áhuga og royndum innan Bíbliuútgávu. Við bókini hevur Sigurd Berghamar á eyðskildan hátt givið øllum, ið starvast við orð og hugtøk, og teimum, sum dagliga granska Bíbliunna, eitt virðismikið amboð.
Karsten Hoydal
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1988 verður latin Karsten Hoydal.
Karsten fær virðisløn fyri týðingar sínar av Sólarkringur (1982) og Suð í grasi (1986).
Karsten Hoydal hevur í týðaravirksemi sínum flutt virðismiklar heimsbókmentir í bundnum máli til føroyskt beinleiðis úr upprunamálinum. Á tann hátt hevur hann givið okkum høvi til at sansa og fata henda ríka skaldskap á okkara egna máli.
1987
Astrid Joensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1987 verður latin Astrid Joensen.
Virðislønin verður latin fyri bókina Morgunin drakk av flógvari toku.
Morgunin drakk av flógvari toku er rámandi felags heiti í allari yrking Astridar.
Í øllum, hon letur av hondum, er heitur longsul at fevna øllum heimi, eisini sorg og nøtran, í barnsins opna og grøna favni.
Eyðun Andreassen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1987 verður latin Eyðuni Andreassen.
Eyðun fær virðisløn fyri vísindaliga verk sítt Úr søgn og úr søgu, ið er lýsing av føroyskum sagnum og av hugsunarhátti hjá fólki í Føroyum, sum hann kemur fram í sagnunum.
Tað hevur verið saknur í bók sum viðger júst føroyskar sagnir. At skriva vísindaligt so tað skilst av øllum, er eisini í sjálvum sær virðislønarvert.
Sigurð Joensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1987 verður latin Sigurði Joensen.
Virðislønin verður latin Sigurði Joensen fyri ritsavnið Eg stoyti heitt.
Í bókini eru yrkingar, sum siga frá serstøkum myndaskapandi gávum. Har eru søgur og ævintýr, sum sýna høvundin sum framúr kringan frásøgumann, og har eru hugleiðingar, greinir og týðingar. Sigurð er hittinorðaður - málsnild og skemt hansara gera bókina stak hugtakandi at lesa
1986
Hanus Andreassen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1986 verður latin Hanusi Andreassen.
Hanus Andreassen hevur skrivað stuttsøgusøvnini Dóttir av Proteus (1980), Við tendraðum lyktum (1982), Hotel Heyst (1986).
Søgurnar, so málsliga framúrskarandi, við ríkidømi av litføgrum og rámandi metaforum, eru úrslit av djúphugsni, og nógvar kenslur verða lagdar fram fyri lesaran. Kenslur, ið viðhvørt eru sum opin sár, men aloftast vóngóðar, vísa seg fram óvardar og skærar. Tú gerst góð við søgurnar. Í teimum finnur tú bæði ljós og myrkur. Tær vísa, hvussu fjølbroytt lívið er. Tær gera teg vónríka.
Hans Jacob Debes
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1986 verður latin Hans Jacob Debes.
Hans Jacob fær virðisløn fyri bókina Nú er tann stundin..., sum er virðismikið úrslit av djúptrøkkandi vísindaligari gransking av týdningarmikla tíðarskeiðinum um aldamótið, tá ið tjóðskaparrørslan tók seg upp og mentist. Við hesum verki brýtur Hans Jacob Debes upp úr nýggjum, og harafturat hevur hann uppiborið viðurkenning fyri, at granskingarúrslitið er greitt úr hondum í so góðum málbúnað, at bókin verður hvørs mans ogn.
1985
Heðin M. Klein
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður latin Heðini M. Klein.
Væmingar og vaggandi gjálv. Strandvarp. Ljóðsins ljós. Við væmingi og vaggandi gjálvi vóru tær har, varpaðar niðan á strondina, yrkingarnar hjá Heðini Klein. So djarvar, so inniligar, á tremur av litum, so reinførar og ektaðar lærdu tær okkum at fanga ljósið í ljóðinum, hóma kosmos í gerandisdegnum.
Gjøgnumskygdar av eymleika og natúrligari blygdan siga hesar yrkingar, á nýskapandi skaldsligum máli, frá lívsins fyribrigdum, og tær gera tað beinleiðis, opið og brennandi.
Niels Juel Arge
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1985 verður latin Niels Juel Arge.
Nevndin hevur samtykt at veita Niels Juel Arge virðisløn , tí at hann við bókum sínum hevur givið tí einstaka møguleika at ogna sær og varðveita virðismiklar partar av søgu og siðsøgu okkara, sum annars kundu farið í gloymskuna.
Kristian Osvald Viderø
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1985 verður latin Kristian Osvald Viderø.
Kristian Osvald fær virðisløn fyri bókina Ferð mín til Jorsala.
Bókin er ferðafrásøgn; men hinvegin er innihaldið alt annað: ein veftur av persóns-, bygda- og landslagslýsingum við alsamt skiftandi jarðbundnum og himniskum hugarensli, stundum í heimbygdini og næstu løtu í heilaga landinum; barnaminni, framúrskarandi frásagnir og djúpar hugsanir, alt - sermerkt av hendinga hugflogi høvundsins, og borið fram á so listarligan hátt, at bókin telist millum mætastu skaldaverk í bókmentaheimi okkara.
1984
Jóanes Nielsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1984 verður latin Jóanes Nielsen.
Eftir at Jóanes Nielsen í 1978 við yrkingasavninum Trettandi mánaðin hevði víst, at hann dugdi at yrkja sjálvstøðuliga bæði í formi og poetiskum innihaldi, hevur skaldið nú í 1984 í yrkingasavninum Pinnabrenni til sosialismuna funnið sítt serliga snið.
Við sera beinraknum myndum setir hann viðurskiftini í samfelagi okkara upp ímóti náttúruni, erotikkinum og samhuga sínum við vanliga fólkið.
Lagið kann vera speiskt og bersøgið, men er tó alla tíðina eymt og fylt við kærleika til føðilandið og fólkið.
Jóhannes av Skarði
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1984 verður latin Jóhannesi av Skarði.
Fyrst er at nevna donsku-føroysku orðabókina (1967) við uppískoyti (1977).
Sum málstøða okkara er háttað, er danskt orð mangan eyðfunnari enn føroyskt, og tí er henda bók eitt tað hentasta amboð til føroyska málrøkt.
Annað, ið Jóhannes hevur lagt úr hondum, sum orðalistar og týðingar, eitt nú av Kalevalu, tjóðkvæði finna, í 1984, vitnar um alsk til móðurmálið og hug og hegni til at menna og mýkja tað til fulltikið nútíðar bókamál.
Ensk-føroysk orðabók eftir Jóhannes av Skarði, tann fyrsta av sínum slagi, er í prenting og kemur væntandi út í ár.
1983
Oddvør Johansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1983 verður latin Oddvør Johansen.
Skaldsøgan Lívsins summar er um menniskju, sum krevja nakað av lívinum, og sum vága nakað fyri dreymar sínar.
Bókin er samstundis ein beinrakin mynd av Havnini í fimtiárunum.
Kærleikin til tónleik og sang er eitt niðurlag í allari søguni.
Bókin er stuttlig, fløvandi at lesa, og skrivað við varugum sansum. Hon er bjartskygd og tó ikki veruleikafjar. Samrøðan situr væl og gandar fram livandi menniskju.
Bókin lýsir virðir og hendingar, sæð við kvinnueygum, og ger tilverumyndina í føroyskum bókmentum meira fjølbroytta.
Jørgen M. Olsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1983 verður latin Jørgen M. Olsen.
Náttúrunar børn er úrslit av kanningum, sum sjálvlærdi granskarin Jørgen M. Olsen hevur gjørt í fríløtum í meira enn 30 ár.
Bókin gevur okkum nýggja vitan um sildina og atburð hennara.
Høvundurin greiðir so hugtakandi frá eyðleiðingum sínum í orðum og frálíkum myndum, at bókin ikki bert er væl greidd náttúrufrøði, men eisini listaverk.
Petur W. Háberg
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1983 verður latin Petur W. Háberg.
Við hugbirtingum sínum hevur høvundurin sýnt alsk og kunnleika til býarsøgu. Stílurin í bókini er lættur og livandi, og innihaldið væl skipað við teksti, myndum og tekningum. Høvundurin tekur ofta væl til orðanna. Hugbirtingarnar eru bornar fram við fjølbroyttum litbrigdi og eyðsýndari frásagnargleði. Við hesum endurminningum er ein íheimligur partur lagdur afturat býarsøguni.
1982
Gunnar Hoydal
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1982 verður latin Gunnari Hoydal.
Gunnar fær virðisløn fyri bókina Av longum leiðum (1982). Í søgunum fer høvundurin víða um lond og langt aftur í tíðir, og tó horvir alt at heimlandinum. Við gløggum eyga og spakførum viðkvæmi, gevur hann royndum og kenslum sínum skap og orð, stundum við einum farra av góðsligum sjálvspeii. Hann kann tað kynstur at lyfta frásøguna upp á listarligt støði. Við hesi fyrstu bók síni leggur Gunnar nýtt lendi undir føroyskar bókmentir.
Jóannes Rasmussen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1982 verður latin Jóannesi Rasmussen.
Jóannes fær virðisløn fyri bókina Øldir og upphav (1981).
Í hesi hamfríðu bók gevur høvundurin á greiðan og eyðskildan hátt burtur av miklu og djúptøknu vitan síni um jarðfrøði yvirhøvur og jarðsøgu Føroya serstakliga.
Hann leiðir lesaran á mangar jarðfrøðiliga merkisverdar staðir um alt landið, og letur eygu hansara upp fyri mongum, hann helst ikki hevði givið gætur.
Skúla okkara og øllum áhugaðum kemur bókin í tørvi.
Málsliga er hon nýskapandi við fjøld av góðum og beinraknum føroyskum jarðfrøðiorðum.
1981
Steinbjørn B. Jacobsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1981 verður latin Steinbjørn B. Jacobsen.
Umframt bøkur fyri børn eru eftir Steinbjørn B. Jacobsen komin hesi verk:
Heimkoma (1966), Fræ (1968), Kjøkr (1974), Á veg millum bygda (1975), Ivaliva og aðrir leikir (1975), Skipið (1975), Tægr (1980).
Steinbjørn hevur í yrkingum sínum dugað at tulka náttúruna við vøkrum myndum og glógvandi máltónleiki: "Fuglaflokkur undir høgum lofti - livandi bókstavir á bláari síðu - látandi og flúgvandi við". Hann hevur víst á, at menniskja og náttúra eru ein samantvinnað heild, og at vit eiga at liva og virka eftir hesi sannroynd. Bjartskygnið, sum er ein grundtóni í skaldskapi hansara, sæst í hesum reglum: "Inni í myrkrinum, inni í kuldanum - herðist ein kjarni við bleikari nál - altíð tað grør í føroyskum haga
Erlendur Patursson
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1981 verður latin Erlendi Patursson.
Erlendur fær virðisløn fyri bókaverkini Fiskiveiði - fiskimenn I-II (1850-1939) og Fiskivinna og fiskivinnumál I-II (III á prenti) (1940-1970). Við hesum bókum hevur høvundurin fingið tilvegar og lagt fram fyri almenning ómetaligt tilfar til at lýsa høvuðsvinnu føroyinga í stórt hundrað ár. Øllum, ið vilja kunna seg við hetta evni, eru hesar bøkur ómissandi hjálparamboð, ikki síðst vegna yvirlitsgóðar talvur og tallýsingar og greiniligar heimildartilvísanir.
1980
Christian Matras
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1980 verður latin Christiani Matras.
Sum eingin annar føroyskur yrkjari hevur Christian Matras fingið náttúruna at liva í yrkingum sínum. Hansara skaldskapur er flættaður av vandnari málsligari myndan av einum sterkum, ofta ósøgdum kærleika til heimlandið, og av varhuganum av einum djúpum samanhangi millum menniskjuna og alheimin. Tær stuttu, drúgvu yrkingarnar, sum hann hevur givið okkum tey seinastu árini, og sum eins og døggdropin spegla eina sjón ella eina lívsroynd, bera boð um eini sjáldsom evni til altíð at møta heiminum við ungum eygum og reinum huga.
Hanus Andreassen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1980 verður latin Hanusi Andreassen.
Hanus hevur við bók síni Kveikt og kannað á nútíðarligan og greiðan hátt lýst okkum mentamannin Rikard Long og givið okkum høvi til at finna og lesa úr tí verki, sum var eftir henda kveikjandi lærara, hetta viðkvæma og vandna skald, henda hugvekjandi og atfinningarsama kannara.