Orðingar 2020-

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Orðingar 2020-

2023

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023 verður latin Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri Mín jólabók.
Hvørji jól, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn, kemur Mín jólabók sum eitt frískt lot inn í føroyska mál- og barnaheimin.
Fyrstu útgávurnar vóru smáar og einfaldar, men síðan 2004 er jólabókin vaksin – bæði í vavi og dygd. Sniðið er nútíðargjørt, og myndagóðska og sniðgeving eru á høgum stigi. Harumframt er úrvalið bæði breitt og stórt við nógvum frálíkum myndum og tekningum. Bæði viðurkend listafólk og listaspírar lata tilfar til jólabókina, sum harvið klekir nýggj listarák, høvundar og myndprýðarar.
Mín jólabók er skipað sum ein kalendarabók við 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan fáa dygdargott føroyskt upprunatilfar við søgum, yrkingum og ítrivi. Bókin er sostatt eitt gott og burðardygt alternativ til vanliga pakkakalendaran.
Mín jólabók er fastur táttur í mongum barnalívi og er í harðari kapping við útlendskar tøknirisar, sum støðugt ota seg inn á føroyskt mál og mentan.
Mín jólabók kann metast at vera krúnan á árligu føroysku barnabókaútgávuni, og er tí eitt gott val til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

 

2022

Jákup Veyhe
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar kommunu varð latin Jákupi Veyhe fyri útvarpsleikrøðina “Tey í Mórugøtu”, sum vit einamest kenna úr barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, men sum eisini er lagað til einmans- og skúlaleikir. Við jøvnum millumbilum eru Kenneth og Katja og øll hini í Mórugøtu beinleiðis atvoldin til, at børn og vaksin gerast ov sein um morgunin. “Tey í Mórugøtu” er nakað so forkunnugt sum upprunaføroyskt dygdarundirhald til børn og ung, men talar tó eisini til aðrar aldursbólkar. Breiddin ger, at tilfarið er meira enn bara undirhald. Talan er um sjáldsama gløggan samtíðarhumor, sum bæði prikar og avdúkar viðurskifti, sum vit kenna okkum aftur í, men helst ikki vilja kennast við. Jákup Weyhe eigur stórt rós uppiborið fyri “Tey í Mórugøtu”, sum hann bæði skrivar, ritstjórnar og ljóðblandar, umframt at leggja røddir, ljóð og tónleik til.

 

2021

Annika Øyrabø og Dánial Hoydal
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi.

Annika Øyrabø
Myndlistakvinnan Annika Øyrabø fær Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs fyri myndprýðing av bókini Abbi og eg og abbi, sum Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin til. 
Annika Øyrabø dugir sjáldsama kynstrið at siga søguna einans við myndum. 
Við skuggum og dýpd skapa klippmyndir hennara eitt trídimensionalt rúm, har lesarin fær kensluna av at verða drigin inn í søguna um drongin og abban, sum fær demens. 
Bókin er prýdd við hópin av smálutum og smásøgum, eisini symbolskum vísdómslutum sum leykinum og súreplinum, sum til ber at práta við børnini um.
Við broytingum í ljósi og litum, andlitsbrøgdum og eygnabráum lýsir Annika Øyrabø á meistarligan hátt sjúkutilgongdina eins og skiftandi huglagið í søgugongdini, líka frá sorgloysi til ørkymlan, ótta og vón.

Dánial Hoydal
Rithøvundin Dánial Hoydal fær Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs fyri søguna Abbi og eg og abbi, sum Annika Øyrabø hevur myndprýtt. 
Í bókini um drongin og abban, sum fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varligan og virðiligan hátt eitt viðbrekið og viðkomandi evni í barnahædd. 
Við lætta og fynduga penni sínum gevur høvundin børnum og vaksnum høvi at práta um fólkasjúkuna demens, sum rakar so mangar familjur.
Dánial Hoydal dugir framúr væl at siga tað álvarsliga við einum dismi av skemti og stuttligum orðaspølum, so vónin fær loyvi at liva. Tá er lættari at skilja og práta um tað, sum nívir. 

 

2020
 
Marjun Syderbø Kjelnæs
Marjun Syderbø Kjelnæs hevur í nýggju bók síni “Sum rótskot”aftur víst okkum, hvussu væl hon dugir at lýsa viðkomandi evni á ein fangandi hátt. Hon viðger evni sum veðurlagskreppu, hjúnaskilnað, samkyndleika og álvarsama sjúku so livandi, at lesarin kann ikki annað enn gerast ávirkaður.
Málsliga er bókin sera væl frágingin, hóast har eru nógv ensk orð, sum tey ungu nýta í dag. Tey fella væl inn í tekstin, og uttan at tað gerst ónatúrligt, gera tey hann tíðarbæran.
Bókin er háaktuell føroysk samtíðarskaldsøga, sum tekur ungdómin í álvara. Ein bergtagandi og týdningarmikil søga um ein bólk av eldhugaðum og virkisfúsum føroyskum tannáringum, sum skilja, at tey eisini eru ein partur av heiminum, og sum vilja taka sín part av ábyrgdini fyri at broyta heimin til tað betra.
 
Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal megnar við sermerktu myndabók síni “ Loftar tú mær “ at gera eitt tungt evni lættari at tosa um. Hegnisliga leiðir hon okkum til kjarnan í søguni við at lata okkum fylgja teimum trimum systkjunum í bókini - einum í senn - fram til avgerandi løtuna. Langomman er júst deyð, og tey trý systkini syrgja hana á hvør sín hátt.
Myndirnar í bókini eru heilt serligar. Ljósið og myrkrið eru við til at skapa eitt lætt, tó syrgið, huglag, sum ongantíð gerst tungt. Sermerktu og sjáldsomu figurarnir geva myndunum ein ævintýrkendan dám, sum letur upp fyri nógvum góðum práti saman við barninum.
Rakel hevur sjálv myndprýtt bókina, sum er sera vøkur og væl frágingin.