Orðingar 1970-1979

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Orðingar 1970-1979

1979

Regin Dahl
Virðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 1979 verður latin Regini Dahl fyri yrkingasavnið Orðakumlar, tí at hann við hesum savni hevur megnað at endurnýggja seg sum skald, tí at hann við hesum savni sum fáur hevur hækkað føroyskt mál, og tí at hann við hesum savni hevur skapað skaldskap, ið - málsliga nýskapandi, innihaldsliga drúgvur, eins sterkt myndandi tað gerandisliga og tað sublima - kennist slóðbrótandi í føroyskum bókmentum.

Bjarni Niclasen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1979 verður latin Bjarna Niclasen fyri bøkurnar: Rúmdin (1961), Evnafrøði (1963), Alisfrøði I (1979).
Alisfrøði II og Alisfrøði III eru í umbúnað. Bjarni Niclasen hevur her brotið upp úr nýggjum. Hann hevur prógvað, at tað ber til at skriva skúlabøkur um náttúrufrøði á føroyskum og á so góðum máli, at tær standa eisini málsliga varðar.

1978

Hans Thomsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1978 verður latin til Hans Thomsen.
Kann vera, at farið verður út um troddar gøtur, tá ið virðisløn M.A. Jacobsens verður latin fyri týðingarverk. Men í sannføring um, at góðar týðingar av røttum eru at meta sum skapandi verk, bæði bókmentaliga og málsliga, hevur nevndin samtykt at veita Hansi Thomsen virðisløn M.A. Jacobsens 1978 fyri fagrar bókmentir fyri tær mongu og dygdargóðu týðingar, sum hann hevur lagt úr hondum. Á prent í bókum eru hesar týðingar hansara komnar: Johan Bojer: Seinasti víkingurin (1964), William Heinesen: Tornið á heimsins enda (1976), Kristmann Guðmundsson: Lívsins morgun (1977), Arne Nørrevang: Úr bjargasøguni (1977). Tað nógva, sum Hans hevur týtt, er tó óprentað enn, men er komið út millum manna í Føroyum gjøgnum upplestur í útvarpinum og framførslu á leikpalli.

Maria Eide Petersen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1978 verður latin Mariu Eide Petersen.
Ikki er tað nógv í rúgvu, sum Maria Eide Petersen hevur avrikað við penninum, tá ið lestratýðingar hennara eru frá, men tær báðar minningabøkurnar Konglar (1973) og Rekar (1977) tykjast nevndini merkisverdar við fyndargóðum málburði, livandi og fjølbroyttum, tíðum skemtingarsomum frásagnarstíli og ikki minst virðismiklum siðsøguligum heimildartilfari um lívið her á landi í nýlidnari, men tó flestum ungfólki fjarskotnari tíð.

1977

Alexandur Kristiansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1977 verður latin Alexanduri Kristiansen.
Alexandur fór blaðungur at yrkja. Hann hevur higartil roynst sera virkin. Síðan 1968, tá fyrsta yrkingasavn hansara, Nón, kom út, eru tilsamans 6 bøkur við yrkingum og songum komnar frá hansara hond.
Alexandur Kristiansen hevur í yrkingum sínum partvíst kvett við vanligan yrkingarhátt og roynt at ganga aðrar leiðir. Hann hevur við ungdómsins bráðlyndi kent hin roynda og higartil algongda yrkingarháttin sum eitt haft og hevur tí lagt á annan bógv.

Jeffrei Henriksen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1977 verður latin Jeffrei Henriksen.
Jeffrei hevur við teimum lærubókum og øðrum málsligum ritum, sum hann hevur latið úr hondum, gjørt dygdarverk fyri móðurmálsrøktina, bæði innan skúlagátt og uttan. Við teirri vælskipaðu Grundbók brævskúlans í føroyskum er hann tann fyrsti, ið tekur upp henda tátt í frálæring í føroyskum máli.

1976

Rikard Long
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1976 verður latin Rikardi Long.
Rikard Long hevur onki yrkingasavn givið út, men yrkingar hansara hava verið prentaðar í ymiskum bløðum og ritum: Tingakrossi, Varðanum, Minnisriti Studentafelagsins í Keypmannahavn 1935 og í bókini Nýføroyskur skaldskapur, sum William Heinesen greiddi úr hondum.
Hann yrkti um tað veldugu náttúruna so sterkt og inniliga, sum kanska eingin annar undan honum, og um ástartokka, barnaminni og dreymaheim. Yrkingar hansara eru okkum dýr ogn, hinar skærastu perlur í bókmentum okkara.
Tað er sum einum av okkara fínastu og viðkvæmastu lýrikarum, ið við  varari  hond hevur farið um móðurmálið og ríkað tað, at nevndin ikki ivast í at veita Rikardi Long virðislønina, - tó eisini havandi í huga ta uppaling og eggjan, hann hevur framt bæði sum skúlamaður og ritstjóri av Varðanum til at læra fólk sítt at meta skaldskap og at skapa á móðurmálinum.

Óluva Skaale og Marius Johannesen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1976 verður latin Óluvu Skaale og Mariusi Johannesen fyri bókina Matur og matgerð.
Bók teirra Matur og matgerð (1974) skrivað á løttum og dygdargóðum máli er fyrsta veruliga matgerðarbók síðan Matreglur fyri hvørt hús eftir Sonnu Helenu Patursson kom út 1907.
Høvundarnir vita væl at sameina gamalt og nýtt, forkunnugt og vanligt, so at úr verða hent matgerðarráð til nýtslu í føroyskum húshaldi, sum eisini tann undirtøka, bókin hevur fingið, sýnir.

1975

Sámal Johansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1975 verður latin Sámali Johansen
Sámal hevur við bók síni Á bygd fyrst í 20. øld givið dygdargóða, fjølbroytta og sanna mynd av lívinum í heimbygd síni í einum tíðarskeiði, sum nú er søga. Við hesi minningarbók, skrivaðari á eyðlisnum og livandi máli, hevur Sámal lagt fram virðismikið tilfar til føroyska siðsøgu og staðlýsing.

William Heinesen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1975 verður latin Williami Heinesen
Í yrking síni og frásagnarlist, ið lýsir av mannaviti og skemtingarlyndi, hevur William Heinesen borið tað, sum heimligt er og føroyskt, upp á eitt alheimsligt og almenniskjaligt stig. Hann nýtir danskt mál, men er tó føroyskur í evnisvali og huglagi.
Havnin, heimstaður Williams, er leikpallurin hjá mongum av søgum hansara. Her liva persónarnir í sínum lag og læti hugtakandi, ofta margháttliga lýstir, men við djúpari álvarsemi undir.
Við verkum sínum hevur hann, helst meir enn nakar annar, gjørt vart við Føroyar úti í londum.

1974

Guðrið Helmsdal Nielsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1974 verður latin Guðrið Helmsdal Nielsen
Guðrið fær virðislønina fyri yrkingasøvnini Lýtt lot (1963) og Morgun í mars (1971).
Hon hevur við hesum yrkingasøvnum brotið slóð fyri kvinnuligum skaldskapi, og hon hevur ført okkum ein nýggjan strong inn í føroyska yrking.

Jákup í Jákupsstovu
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1974 verður latin  Jákupi í Jákupsstovu
Jákup fær virðislønina fyri bókina Fólkanøvn í Føroyum, sum lýsir føroyskan navnasið

1973

Jens Pauli Heinesen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1973 verður latin
Jens Paula Heinesen fyri bókina Frænir eitur Ormurin.
Høvundurin hevur her betur enn nakar áður á føroyskum máli viðgjørt spurningar, sum uppi eru í dag, samfelagsspurningar bæði føroyskar og alheimsligar umframt mentanarligar.
Eisini hevur hann lýst ástarmál fríari og betur enn tað fyrr hevur verið gjørt á føroyskum máli. Í summum pørtum eru lýsingar, sum er stórur skaldskapur. Havnina og kortið uttanum heilt norður á Leynasand, hevur hann lýst meistarliga, so tað stendur sum ein livandi leikpallur.

Katrina Østerø
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1973 verður latin Katrinu á Trøllanesi Østerø fyri bókina Plantuliting.
Bókin er bæði eitt hent upplýsingarverk og lívsverkið hjá einari ídnari og kønari kvinnu. Vit hava ikki ivast í at lata høvundin fáa virðisløn fyri hetta verkið.

Poul Petersen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1973 verður latin Poul Petersen fyri bókina Ein føroysk bygd.
Vísindaverk skrivað á føroyskum eru ikki mong í tali. Ein føroysk bygd, sum kom út í 1968, er eitt teirra.
Sum vit vita, hava kønir menn mett hesa løgsøguligu og bygdasøguligu bók verda at fáa akademiskt heiðursprógv. Nevndin hevur ikki verið í iva um, at bókin eisini átti at verða heiðrað við virðisløn M.A. Jacobsens.

Einar Joensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri 1973 verður latin
Einari Joensen fyri hansara stóra arbeiði fyrst og fremst fyri útgávurnar av teimum gomlu tingbókunum.
Hetta útgávustarv er so týdningarmikið fyri øll, sum kanna føroyska søgu og siðsøgu, at nevndin hevur ikki ivast í at lata honum virðislønina.

Regin Dahl
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri 1973 verður latin Regini Dahl fyri hansara skaldskap.
Tað er fyri skaldskapin í savninum Ærinde uden betydning - Sneisaboð (1970), at nevndin hevur gjørt av at heiðra Regin við virðisløn M.A. Jacobsens. Longu í fyrstu bók hansara finna vit yrkingarsnið, sum er ólíkt tí, sum vit áður áttu í Føroyum bæði í ørindislag og málbúna.
Í øllum, sum hann síðani hevur yrkt, er sniðið eykent og orðalagið øðrvísi enn hjá øðrum føroyskum skaldum, og hansara bestu yrkingar eru at telja upp í tað, sum hevur varandi virði í bókmentum okkara.

1972 Eingin
1971 Eingin
1970 Eingin